Nanna er gift við Balduri, og saman eiga tey sonin Forseta. Tey búgva á garðinum Breiðablik, sum ikki bara er tann allarvakrasti, men eisini staðið, har einki ilt kann vera. Nanna er ómetaliga trúgv – ja, so trúgv, at hon ikki orkar at liva uttan Baldur og fylgir honum inn í deyðan.
Forseti er sonur Baldur og Nannu. Hann hevur sín egna gylta sal, sum eitur Glitnir. Har glógva veggirnir, stólparnir og súlurnar úr reyðagulli, og takið er skínandi silvur. Tað sigst, at øll, sum koma til Forseta við trætumálum, fara avstað aftur í sátt og semju.